Verður tað ungi serbin Sergej Milinkovic-Savic, sum skal lyfta arvin eftir Cristiano Ronaldo?
Tað er italienska avísin Corriere Dello Sport, sum skrivar, at um Real Madrid skuldi selt Ronaldo til Juventus, sum leysasøgur vilja vera við, fara teir at leita sær styrk hjá unga serbanum í Lazio, Sergej Milinkovic-Savic.
23 ára gamli miðvallarin hevði eitt framúr gott ár í Seriu A farna kappingarár og hevur eisini vunnið sær fast pláss á serbiska miðvøllinum.
Italienska blaðið vil vera við, at Real Madrid eru sinnaðir at rinda 1,2 milliardir krónur fyri hann, eitt sindur meiri enn tær 900 milliónirnar, Ronaldo sigst verða seldur fyri.
Corriere Dello Sport vil eisini vera við, at fyrstu samráðingarnar millum feløgini og spælaran hava longu verið