Real Madrid tapti í Moskva

Champions League: Verandi meistararnir úr Real Madrid megnaðu ikki at skjóta mál móti CSKA Moskva

Real Madrid, ið hevur vunnið Champions League seinastu tríggjar ferðirnar, er ikki komið væl frá byrjan hetta kappingarárið.

Tá ið minni enn tveir minuttir vóru leiktir í útidystinum móti CSKA Moskva, helt ringa gongdin hjá Real Madrid fram.

 

Tá miseydnaðist Toni Kroos við einari avlevering, ið endaði hjá Nikola Vlasic. Vlasic tók av møguleikanum, og setti bóltin trygt í netið, hóast hann var nakað trýstur.

Yvirhøvur gjørdi Real Madrid nógv mistøk, men tað eydnaðist eisini meistarunum at koma til møguleikar. Millum annað sendi Karim Benzema bóltin á stongina. Neyvleikin vantaði eisini í flestu støðum, og russarnir lúrdu eftir snarálopum.

 

Sum seinni hálvleikur leið, so flutti CSKA seg longur aftur í egnan málteig og seinastu tjúgu minuttirnar sendu meistararnir óteljandi bóltar inn brotsteigin hjá russum, men inn fór eingin bóltur. Mariano var tætt við, tá ið hann rakti stongina, og nærri kom Real Madrid ikki. Dysturin endaði 1-0 til CSKA Moskva, hóast at málverji teirra, Igor Akinfeev, fekk reytt kort fyri kjaftaslit í tíðini, ið var løgt afturat.