Real Madrid tapti aftur

Eftir at hava sett met, so hevur Zinedine Zidane tapt tvær ferðir

Tvær av fyrru fjóðingsfinalunum í sponsku steypakappingini, Copa del Rey, hava verið í kvøld. Heldur óvæntað tapti Real Madrid fyri aðru ferð upp í slag.

 

Real Madrid setti fyri eini viku síðan met, tá teir spældu 40 dystir uttan at tapa. Sunnukvøldið tapti Real Madrid fyri Sevilla í landskappingini. Í dag tapti Real Madrid meiri óvæntað fyri Celta Vigo á heimavølli.

 

Zinedine Zidane, sum hevur staðið seg avbera væl sum venjari hjá Real Madrid, stillaði við einum sterkum liðið, men sjálvt við Cristiano Ronaldo gekk ikki. Iago Aspas legði gestirnar á odda, meðan Marcelo javnaði tjúgu minuttir fyri tíð. Minuttin eftir skoraði Johny sigursmálið.

 

Í hini fyrru fjórðingsfinaluni í kvøld vann Alaves 2-0 á Alcorcon. Í morgin vitjar Barcelona Real Sociedad, meðan Atletico Madrid á heimavølli tekur móti Eibar.

 

Copa del Rey fjórðingsfinalur:

Alcorcon 0 - 2 Alaves

Real Madrid 1 - 2 Celta Vigo

 

Í morgin:

Atletico Madrid - Eibar

Real Sociedad - Barcelona