Real Madrid tók "somu" liðmynd eitt ár seinni

Tá spælararnir hjá Real Madrid stillaðu upp til liðmyndina í Kiev vóru tað somu spælarar í somu røð sum í 2017

Hyggið eftir báðum myndunum.

 

Myndirnar eru báðar av Real Madrid. Tann ovara er frá 3. juni í 2017. Tann niðara er frá 26. mai í 2018.

 

Tann ovara myndin er tikin áðrenn Champions League finaluna millum Real Madrid og Juventus í fjør, ið Real Madrid vann 4-1.

 

Tann niðara myndin er tikin áðrenn Champions League finaluna millum Real Madrid og Liverpool í ár, ið Real Madrid vann 3-1.

 

Spælararnir á myndunum eru presis teir somu, og teir standa í presis somu røð sum fyri einum ári síðani.

 

Einasti munur er, at í 2017 spældi Real Madrid í útivallarbúnanum.

 

Fótbóltur hevur nógvar ótrúligar søgur, og her er enn ein av teimum. Fantastiskt, at slíkt hendir uttan, at nakar í Real Madrid hevði ætlað tað áðrenn.