Real Madrid spældi í gjár javnleik 1-1 Villarreal. Javnleikurin mekir, at Real Madrid ikki vinnur 17. dystin í La Liga upp í slag. Tað hevði verið nýtt met.
Í farnu viku vann Real Madrid 2-0 á Espanyol og tangeraði metið hjá FC Barcelona frá 2010/2011 við 16 sigrum upp í slag í La Liga. Tí var upplagt, at Real Madrid í gjár tók metið á heimavølli móti Villarreal.
Hóast Cristiano Ronaldo aftur er tøkur, so megnaði Real Madrid ikki at raka málið hjá gestunum allan fyrra hálvleik. Stutt fyri hálvleik nýtti Sergio Ramos hondina og tað kostaði brotsspark, sum gestirnir skoraðu uppá.
Sami Sergio Ramos javnaði fyri Real Madrid í seinna hálvleiki, men tað var ikki nokk. Hetta er fyrstu ferð í nýggja kappingarárinum, at ”BBC” álopið – sum er Karim Benzema, Gareth Bale og Cristiano Ronaldo – allir vóru við frá byrjan.
Real Madrid liggur framvegis á odda í La Liga, eftir at FC Barcelona og Atletico Madrid somuleiðis spældu javnleik 1-1.