Real Madrid tók gullið

Real Madrid tryggjaði sær í gjárkvøldið sær spanska meistaraheitið, tá ið teir vóru á vitjan hjá Osasuna. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, og vónirnar hjá Real Madrid at gerast meistari fingu eitt skot fyri bógvin, tá ið Fabio Cannavaro fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur bara 18 sekund inn í seinna hálvleik. Dysturin sá leingi út til at gerast málfátækur, men í 83. minutti eydnaðist tað Francisco Punal at leggja Osasuna á odda við brotssparki. Tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Arjen Robben, og bara tveir minuttir seinni tryggjaði Higuain Real Madrid sítt 31. meistaraheiti, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-1 til Real Madrid.