Kaká, Xabi Alonso, Alvaro Arbeloa og Raul Bravo vóru allir á vøllinum í stórsigrinum, tá uttan at teljast millum málskjúttarnar. Raul við tveimum málum og so ein annar nógv umrøddur leikari, Ronaldo, syrgdu fyri, at hálvleiksstøðan var 3-0. Eftir steðgin skoraði eisini ein nýggjur leikari, tá Benzema fekk bóltin í netið. Arjen Robben var seinasti leikarin, sum skoraði fyri Real Madrid.










