Real Madrid slapp við skrekkinum

Champions League: Chelsea kundi og skuldi helst havt vunnið í Madrid, men vertirnir eru drúgvir í hesi kappingini

Real Madrid er, við sínum 13 Champions League steypum, nógv tað mest vinnandi felagið í meistarakappingini, men í gjár vóru teir hepnir at fáa javnleik í fyrru hálvfinaluni móti Chelsea, sum bara hevur vunnið kappingina einaferð.

Gestirnir úr London hava fingið nýtt lív, eftir at Thomas Tuchel tók við eftir Frank Lampard. Tað vístu teir aftur í regninum á Alfredo Di Stefano leikvøllinum í gjár. Amerikanski Christian Pulisic legði Chelsea á odda longu aftaná eitt korter.

Real Madrid javnaði aftaná ein hálvan tíma, tá Karim Benzema smekkaði bóltin upp í nettakið eftir trunkaspæl. Eftirfylgjandi hava onkir fyrrverandi dómarar víst á, at Real Madrid er hepnir, at málið stendur við, tí Casemiro tykist gera fríspark í støðuni.

Ein onnur hending, sum hevur heft seg, er at Timo Werner enn eina ferð brendi ein kempi málmøguleika. Týski áleyparin hevur til tíðir vakt minnini um Andrei Shevchenko og Fernando Torres, sum báðir mistu eginlkeikarnar at skjóta mál, tá teir komu til Chelsea.

– Tað nyttar einki at gráta um spiltar málmøguleikar. Tað eru milliónir av fólki, sum hava størri avbjóðingar at stríðast við, segði Thomas Tuchel á tíðindafundinum eftir dystin.

Eftir dystin bleiv N’Golo Kanté valdur til dagsins spælara. Returdysturin verður á Stamford Bridge 5. mai.

Real Madrid – Chelsea 1-1 (1-1)

0-1  Christian Pulisic, 14

0-2  Karim Benzema, 29

Real Madrid: Courtois; Éder Militão, Varane, Nacho; Carvajal (Odriozola 77), Casemiro, Kroos, Modrić, Marcelo (Asensio 77); Benzema (Rodrygo 90), Vinícius Júnior (Hazard 66)

Chelsea: Mendy; Christensen, Thiago Silva, Rüdiger; Azpilicueta (James 66), Jorginho, Kanté, Chilwell; Pulišić (Ziyech 66), Mount, Werner (Havertz 66)