Real Madrid omaná

Real Madrid vann 1-0 á Bayern Munchen í hálvfinaluni í Champions League

Fyrra hálvfinalan millum Real Madrid og Bayern Munchen endaði við teprum 1-0 sigri til Real Madrid. Málið skoraði Karim Benzema í fyrra hálvleiki.

 

Real Madrid hevði Cristiano Ronaldo við frá byrjan, meðan Gareth Bale byrjaði á bonkinum. Pep Guardiola byrjaði við Philipp Lahm á miðvøllinum, men flutti hann seinni á høgta bakk.

 

Tjúgu minuttir inn í fyrra hálvleik kom tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið. Real Madrid fór í mótálop, har Fabio Coentrao legði bóltin innfyri til Karim Benzema, sum var á rætta stað til røttu tíð.

 

Bayern Munchen hevði bóltin nógv meiri, men helst mundi Real Madrid hava vandamiklari møguleikarnar. Millum annað Ángel Di María brendi stóran møguleika.

 

Í seinna hálvleiki tóktist Real Madrid meiri vandamikið í álopsspælinum, men móti endanum fekk Bayern Munchen ein møguleika ella tveir. Eitt nú hevði Iker Casillas eina framúr bjarging.

 

Real Madrid vinnur 1-0. Returdysturin verður um eina viku á Allianz Arena í Munchen.

 

Champions League hálvfinalur:

Real Madrid – Bayern Munchen 1-0 (1-0)

1-0 Karin Benzema, 19