Barcelona spældi um vikuskiftið javnleik 1-1 á útivølli móti Athletico Bilbao, og tann møguleikan nýtti Real Madrid til at spæla seg upp á fremsta plássið í Primera Division. Real Madrid spældi á heimavølli móti Racing Santander, og her var eitt einsamalt mál frá Gonzalo Higuain nóg mikið til at tryggja heimaliðnum stigini. Komandi umfarið verður stórdystur á skránni, tá Real Madrid vitjar hjá Barcelona í einum dysti, har Cristiano Ronaldo roknar við, at hann aftur er tøkur.
LesarabrøvLesarabrøv










