Real Madrid nærkast toppskjúttanum

Spanskir miðlar skriva í dag, at Real Madrid er nær við at keypa toppskjúttan frá HM endaspælinum í Brasil.

Kolumbianski James Rodriguez gjørdist toppskjútti til HM endaspælið í Brasil, ið endaði sunnukvøldið. Kolumbianski leikarin skoraði 6 mál í 6 dystum. Hetta hevur havt við sær, at áhugin fyri 22 ára gamla Rodriguez er nógv vaksin millum tey ymisku stórfeløgini.

 

Og nú ljóðar í sponsku miðlunum, at Rodriguez fer at gera sáttmála við spanska stórfelagið Real Madrid.

 

Kostnaðurin fyri James Rodriguez verður mettur at liggja um góðar 600 milliónir krónur.

 

22 ára gamli James Rodriguez skifti seinasta summar frá Porto til Monaco.