Tað er kreppa í Real Madrid. Eftir at hava vunnið at kalla alt, sum vinnast kann í fyrsta hálva øðrum árinum í venjrastarvinum, so er Zinedine Zidane alvorliga kroystur sum venjari. Millum annað Luna Christofi, journalistur hjá Viasta við góðum keldum í Real Madrid, sigur at hon væntar, at hann verður koyrdur.
Real Madrid er 19 stig aftanfyri FC Barcelona í La Liga, og er á fjórða plássi. Liðið bleiv sensationelt útsligið í sponsku steypakappingini av Leganes. Liðið er enn við í Champions League, men skal møta PSG og Neymar, sum hava sett nøsina móti at vinna Champions League.
Nú er spanskir miðlar, sum Marca og AS, farin í gongd við at seta liðið til komandi ár. Afturvendandi søgan er, at Real Madrid vil hava Neymar, sum fór úr FC Barcelona í summar til PSG fyri 1,6 milliard krónur. Hann skal lyfta arvin eftir Cristiano Ronaldo, sum er blivin 31 ára gamal.
Portugisiska heimsstjørnan spælir í løtuni ikki sum ein fimm-faldur Ballon d’or vinnari, meðan viðhaldsfólkini í París ikki hava tikið so væl ímóti nýggja prinsinum, Neymar Jr. Millum annað bleiv ýlt eftir honum, tá hann ikki vildi lata áskoðarafavorittin, Edinson Cavani, taka eitt brotsspark, sum kundi givið honum metið sum mest skorandi spælarin í søguni hjá PSG.
Real Madrid er tvífaldur Champions League vinnari, nakað sum ongin annar hevur klárað. Alíkavæl verður mett, at Zinedine Zidane syngur sítt seinasta vers sum venjari í felagnum í løtuni. Marca skrivar, at Real Madrid hevur pengarnar til at keypa Neymar Jr, men at tað inniber at Cristiano Ronaldo fer hinvegin.
Tað er torført at meta um, hvussu álítandi søgurnar eru, men fótbóltsmarknaðurin er nógv broyttur seinastu tvey árini. Er tað óhugsandi, at Neymar Jr spælar í Real Madrid og Cristiano Ronaldo í PSG?