Real Madrid kallað til tíðindafund

Viðmerkjari heldur seg vita, hvør lagnan hjá Rafael Benitez verður

Forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, hevur kallað saman til tíðindafund í kvøld, eftir at Real Madrid leygarkvøldið tapti heili 4-0 á heimavølli móti arvafíggindanum úr FC Barcelona.

 

Tað hevur verið nógv sagt um venjaran hjá Real Madrid, Rafael Benitez, síðani ósigurin. Hann var nakað kroystur áðrenn, og ágangurin hevur verið stórur síðani dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í ”El Clasico”.

 

Guillem Balague, viðmerkjari hjá millum annað Sky Sports, heldur seg tó vita, at talan ikki verður um at Rafael Benitez verður koyrdur. Hinvegin, so væntar hann, at Florentino Perez fer at geva venjaranum sín stuðul.

 

-       Florentino fer at stuðla Rafa, skrivar hann á Twitter, eftir at tíðindini um tíðindafundin komu út.

 

Mangan verður sagt, at tá leiðslan alment vísur sín stuðul til ein kroystan venjara, so er tað byrjanin til endan. Tað má so tíðin vísa. Tíðindafundurin hjá Real Madrid verður í kvøld klokkan 18.30.