Tað er stórur munur á Real Madrid og FC Barcelona í løtuni. Real Madrid stevnir móti meistaraheitinum og hevur keypt kanska besta spælara í heiminu í løtuni, Jude Bellingham.
FC Barcelona klárar ikki at hanga í og felagið er í fíggjarligum trupulleikum. Ungu stjørnuskotini sum Gavi, Ansu Fati (útleigaður til Brighton) og Pedri avrika ikki sum væntað og nú verður spurnartekin sett við venjaran Xavi.
Alt hetta kom væl til sjóndar, tá Real Madrid í gjár vann 4-1 í finaluni sponsku stórsteypakappingini, sum verður spæld í Saudiarabia. Vinicius Junior skoraði hattrik og var stóri spælarin á vøllinum.
Sum heild var Real Madrid nógv betri og til tíðir var talan um uppvísning. So nógv, at tað argaði spælararnar hjá FC Barcelona, ið lótu seg provokera. FC Barcelona fekk millum annað Ronald Araujo útvístan. Hann er av týdningarmiklastu spælarunum hjá katalanunum, men hann gjørdi brotsspark, bleiv seinni útvístur og er verður nú settur í samband við Bayern Munchen.
Real Madrid hevur umbygt Santiago Bernabeu, keypt fleiri av teimum mest spennandi og evnaríku spælarunum í heiminum og tykist vera á veg móti nýggjari stórheitstíð.