Real Madrid í HM finaluni

Real Madrid vann í kvøld ein sannførandi 4-0 sigur í hálvfinaluni í heimsmeistarakappingini fyri klubblið

Heimsmeistarakappingin fyri klubblið er í hesum døgum í Marokko.

 

Vinnarin av Champions League frá farna kappingarárið, Real Madrid, hevur í dag leikt hálvfinalu móti meksikanska liðnum, Cruz Azul.

 

Og tíðliga varð greitt, at stórur munur var millum liðini. Real Madrid var á odda 2-0 longu í hálvleikinum, við málum frá Sergio Ramos og Karim Benzema.

 

Í seinna hálvleiki fekk Real Madrid tvey mál afturat. Eftir gott upplegg frá Cristiano Ronaldo fekk Gareth Bale skallað bóltin í málið til 3-0, meðan Isco skoraði til 4-0 eftir góðan driblitúr.

 

Real Madrid er sostatt klárt til finaluna í HM fyri klubblið. Í finaluni skal Real Madrid møta vinnaranum av dystinum í hinari hálvfinaluni, ið er millum San Lorenzo og Auckland City FC.

 

Finalan í kappingini verður leikt leygardagin.

 

Cruz Azul – Real Madrid 0-4 (0-2)

0-1         Sergio Ramos, 15.

0-2         Karim Benzema, 36.

0-3         Gareth Bale, 50.

0-4         Isco, 72.