Real Madrid hongur í

Tað var eitt Espanyol-lið mannað við eykaleikarum, sum leygarkvøldið skuldi royna at fella Real Madrid á Estadio Bernabeu í Madrid. Espanyol skal leika finaluna í Uefa Cup mikukvøldið, og hevði tí valt at spara 10 mans í kvøld.

Tískil var tað púra óvæntað, at Espanyol fór til hálvleiks við einari 3-1 leiðslu. Real Madrid reistist tó av álvara í øðrum hálvleiki, og vendi hóttandi tapinum til ein 4-3 sigur. Avgerandi málið fall í seinasta minutti, tá ið Higuain gjørdist sigursharrin eftir eina frálíka fríspæling.

 

Real Madrid hevur fyribils lagt seg á odda í sponsku La Primera, men FC Barcelona hevur í morgin møguleikan at endurvinna fyrsta plássið, tá ið teir møta Real Betis.