Real Madrid hevur keypt Jude Bellingham

La Liga: Enski landsliðsspælarin kemur at kosta upp til eina milliard krónur

Real Madrid boðar í dag frá, at felagið hevur keypt Jude Bellingham frá Borussia Dortmund. Sky Sports skrivar, at hann kemur at kosta 770 milliónir krónur, men at prísurin kann økjast upp til milliardina.

 

Partarnir hava gjørt eina seks ára avtalu. Hann verður kunngjørdur á tíðindafundi í morgin. Jude Bellingham er 19 ára gamal og hevur spælt 132 dystir fyri Borussia Dortmund og 24 A-landsdystir fyri Ongland.

 

Jude Bellingham hevur verið settur í samband við serliga Liverpool, men móti kappingarenda komu boð úr felagnum, at Liverpool ikki hevur ráð til enska miðvallaran. Eitt er prísurin, men eitt annað er lønin og ágóðar til umboðsfólkini.

 

Borussia Dortmund er eitt felag, sum hevur gjørt tað til sítt vørumerki, at menna nøkur av størstu talentunum í fótbóltsheiminum. Í fjør var Erling B. Haaland, sum bleiv seldur til Manchester City, og í ár er tað Jude Bellingham.

 

19 ára gamli enski landsliðsmiðvallarin passar eisini væl inn í Real Madrid. Nýggir á miðvøllunum eru 23 ára gamli Aurélien Tchouaméni, 24 ára gamli Federico Valverde, 20 ár gamli Eduardo Camavinga og 22 ár gamli vongurin, Vinicius Junior.