Real Madrid gúppaði Liverpool úr barónasongini

Champions League: Real Madrid er á veg í fjórðingsfinalurnar, eftir ein 5-2 sigur á Liverpool

Tvær fyrru 1/8 finalurnar í Champions League kappingini hava verið í kvøld. Real Madrid vann 5-2 á Liverpool, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 aftaná eitt korter. Í hini uppgerðini vann Napoli 2-0 á týska Eintracht Frankfurt.

 

Liverpool – Real Madrid 2-5 (2-2)

 

Liverpool lá sum Jeppe í barónasongini, tá eitt korter var farið av dystinum í kvøld. Við tveimum sigrum upp í slag í Premier League og eini 2-0 leiðslu á Real Madrid, so kunnu fjeppararnir hjá Liverpool verða fyrigivnir fyri at halda, at vendin er komin.

 

Soleiðis var ikki. Hóast Darwin Núñez og Mohamed Salah høvdu lagt heimaliðið á odda, so fór Real Madrid ongantíð í panikk. Serliga Vinicius Junior var ágangandi og hann skoraði eisini tvey tey fyrstu málini hjá gestunum.

 

Í seinna hálvleiki legði Eder Militao gestirnar á odda, tá hann ótarnaður kundi stúta eitt frísparksinnlegg í málið. Uppdekningin hjá Liverpool var serstakliga vánalig í hesum førinum. Síðani økti Karim Benzema til bæði 4-2 og 5-2, sum bleiv úrslitið.

 

Real Madrid vísti spæl á høgum tekniskum og taktiskum stigi í dystinum. Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid vildi tó ikki siga, at uppgerðin var avgjørd. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, helt fyri at fyrri hálvleikur var góður fyri heimaliðið, men at liðið misti stevið í seinna hálvleiki.

 

Eintracht Frankfurt – Napoli 0-1 (0-2)

 

Heimaliðið vann seg í Champions League við at vinna Europa League. Tað var mett sum avbera flott, at felagið megnaði at spæla seg víðari til endaspælið, men í kvøld møtti týska liðið sínum yvirmanni.

 

Napoli var greitt omaná og kundi eisini lagt seg á odda við brotssparki tíggju minuttir fyri hálvleik, men evnaríki Khvicha Kvaratskhelia brendi. Tað gekk bara ein løta, so skoraði superstjørnan hjá Napoli, Victor Osimhen, tá hann sendi eitt flatt innlegg frá Hirving Lozano í málið.

 

Í seinna hálvleiki helt Napoli fram við at hava tamarhald á dystinum. Tá ein lítil tími var farin av dystinum fekk toppskjúttin hjá Eintracht Frankfurt , franski landsliðsspælarin Randal Kolo Muani, beinleiðis reytt kort.

 

Napoli setti punktum við mál til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hesa ferð var tað Giovanni Di Lorenzo, sum skoraði. Napoli hevur nú eina leiðslu upp á tvey mál undan returdystinum á Diego Maradona leikvøllinum.