José Mourinho verður eftir øllum at døma ikki venjari hjá Real Madrid komandi kappingarár. Sambært ítróttarstjóranum í PSG, so hevur Carlo Ancelotti biðið um at verða loystur í sáttmálanum, so hann kann fara til Real Madrid.
Real Madrid stendur eftir við ongum. Barcelona hevur vunnið spanska meistaraheitið, Atletico Madrid hevur vunnið sponsku steypakappingina og Borussia Dortmund fór avstað við atgongumerkinum til Champions League finaluna. Tað er eftir øllum at døma ikki nóg gott fyri høvðusstaðarfelagið.
Nú váttar Leonardo, ítróttarstjóri hjá franska meistaraliðnum Paris Saint-Germain, at Carlo Ancelotti hevur biðið um at sleppa til Real Madrid.
- Carlo hevur biðið um at sleppa til Real Madrid, men vit vilja hava hann her, sigur Leonardo við franska blaðið LEquipe.
53 ára gamli Carlo Ancelotti hevur fyrr verið venjari hjá millum annað AC Milan og Chelsea við góðum úrslitum. Millum annað vann hann Champions League í 2003 og 2007 við AC Milan. Ein kapping, sum Real Madrid ikki hevur vunnið síðani 2002.
Bretskir fjølmiðlar skriva, at José Mourinho helst verður nýggjur venjari hjá Chelsea og at skiftið verður kunngjørt í næstum.
Mynd: Carlo Ancelotti(t.v), venjari hjá PSG og Leonardo.