Real Madrid kundi í kvøld tryggja sær spanska meistaraheitið, tá ið teir vóru á vitjan hjá Osasuna. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, og vónirnar hjá Real Madrid at gerast meistari í kvøld fingu eitt skot fyri bógvin, tá ið Fabio Cannavaro fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur bara 18 sekund inn í seinna hálvleik.
Dysturin sá leingi út til at gerast málfátækur, men í 83. minutti eydnaðist tað Francisco Punal at leggja Osasuna á odda við brotssparki. Tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Arjen Robben, og bara tveir minuttir seinni tryggjaði Higuain Real Madrid sítt 31. meistaraheiti í søguni, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-1 til Real Madrid.
Fyrr í kvøld vann FC Barcelona heili 6-0 á Valencia. Thierry Henry og Bojan Krkic gjørdust báðir tvífaldir málskjúttar.