Við 2-0 sigri á argentinska San Lorenzo hevur Real Madrid vissað sær heitið sum heimsmeistari fyri lið.
Tað mest merkisverda við finaludystinum var kanska, at Cristiano Ronaldo ikki skoraði hesaferð. Hann hevði annars ein góðan møguleika longu í fyrsta minutti, og eisini hevði hann nakrar frísparksroyndir, men inn vildi bólturin ikki.
Tað vildi hann tó hjá øðrum spælarum. Ramos stútaði hornasparksinnlegg í netið undan steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Gareth Bale til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Talan var um triða finalusigurin á rað hjá Real Madrid. Í vár vunnu teir sponsku steypakappingina og Champions League, og nú eru teir eisini heimsmeistarar. Merkisvert er eisini, at Gareth Bale hevur skorað í øllum trimum finalunum.