El Clasico á Santiago Bernabeu endaði við einum 3-1 sirgi til Real Madrid, efti at hava verið aftan fyri 0-1.
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur. Hartil skal havast í huga, at Neymar skoraði til 1-0 til Barcelona longu eftir trimum minuttum.
Út móti hálvleiki fekk Real Madrid tó eitt brotsspark,og tað setti Christiano Ronaldo í netið ógvuliga trygt.
Í seinna hálvleiki kom heimaliðið betri fyri seg, og tað eydnaðist teimum eisini at skora tvey mál, meðan Barcelona ikki fekk fleiri.
Real Madrid-Barcelona 3-1 (1-1)
03. 0-1 Neymar
35. 1-1 Christiano Ronaldo (brts)
50. 2-1 Pepe
61. 3-1 Karem Benzema