Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri 2-3 vikum varð tosað um tað væl koyrandi Real Madrid liðið, ið helst eingin fór at taka. Somuleiðis bleiv Barcelona við at seta stig til í týðandi dystum.
Nú er gongdin tó vend. Real Madrid hevur tapt 2 dystir á rað, meðan Barcelona sær út til at vera komið í gongd aftur.
Tað er tó eitt annað lið, ið liggur á fremsta plássinum í bestu sponsku deildini. Tað eru arvafíggindarnir hjá Real Madrid, Atletico Madrid.
Tað eru fá, ið taka Atletico Madrid í álvara, tí at tey flestu vænta at Barcelona ella Real Madrid fer avstað við meistaraheitinum. Veruleikin er tó tann, at Atletico Madrid liggur einsamalt á odda í sponsku deildini, har tað bert resta 8 dystir av kappingini.
Atletico Madrid vann í gjárkvøldið á heimavølli móti Granada. Stóri profilurin á liðnum, Diego Costa, skeyt einsamalla málið í dystinum, tá 63 minuttir vóru leiktir.
Real Madrid tapti á útivølli 2-1 móti Sevilla. Tað sá leingi út til at Real Madrid skuldi fáa tað eina stigið við sær úr Sevilla, men eitt gott korter undan leikloki legði Carlos Bacca heimaliðið úr Sevilla á odda 2-1 og tað eydnaðist teimum at halda leiðsluna restina av dystinum.
Barcelona leikti á heimavølli móti Celta Vigo. Barcelona vann ein greiðan 3-0 sigur við tveimum málum frá Neymar og einum málið frá Lionel Messi.
Støðan millum tey fremstu liðini í La Primera Division eftir 30 dystum, er tí hendan :
1. Atletico Madrid 73 stig.
2. Barcelona 72 stig.
3. Real Madrid 70 stig.
Barcelona - Celta Vigo 3-0 (2-0)
1-0 Neymar, 6.
2-0 Lionel Messi, 30.
3-0 Neymar, 67.
Atletico Madrid - Granada 1-0 (0-0)
1-0 Diego Costa, 63.
Sevilla - Real Madrid 2-1 (1-1)
0-1 Cristiano Ronaldo, 14.
1-1 Carlos Bacca, 19.
2-1 Carlos Bacca, 73.