Real Madrid-Dortmund hagtøl

Við Robert Lewandowski sum sláturmanni slaktaði Dortmund í síðstu viku Real Madrid við 4-1, men spaniólarnir hanga seg í vónina.

 

Á heimasíðuni hjá Tipsbladet finnast nøkur áhugaverd hagtøl, sum vit endurgeva.

 

• Borussia Dortmund er einasta lið í Champions League, sum er ósigrað - sjey sigrar og fýra javnleikir

• Robert Lewandowski er toppskjútti í kappingini fyri Dortmund við 10 málum

Robert Lewandowski hevur skotið 10 mál í 11 dystum hetta CL kappingarárið

• Borussia Dortmund er ósigrað í fimm teimum seinastu útidystunum í kappingini

• Fleiri enn 2,5 mál eru skotin í 80% av dystunum millum hesi bæði liðini seinastu fimm kappingarárini

• Borussia Dortmund hevur skorað fyrst í 80% av dystunum móti Real Madrid seinastu fimm kappingarárini

• Borussia Dortmund hevur fingið skorað flest mál ímóti sær í tíðarbilinum 31-45 minuttir

• Borussia Dortmund hevur skorað flest mál í tíðarbilinum 31-45 minuttir

• Borussia Dortmund hevur fingið í meðal 0,9 kort ímóti sær seinastu 11 dytirnar í kappingini

• Borussia Dortmund hevur fingið 1,0 mál í móti sær í meðal í kappingini

• Borussia Dortmund hevur skorað í 91,0% av dystunum hettar kappingarárið

• Borussia Dortmund hevur skorað í 80,0% av dystunum á útivølli hettar kappingarárið

• Borussia Dortmund hevur fýra útlendingar í liðuppstillingini

• Roman Weidenfeller, føddur 6-08-1980, er elsti maður í byrjunnaruppstillingini

 

• Dystirnir hjá Real Madrid í CL hava viðført 42 mál - 24 fyri og 18 ímóti

• Christiano Ronaldo er toppskjútti fyri Real Madrid í kappingini við 12 málum

• Christiano Ronaldo hevur skotið 12 mál í 11 dystum í kappingini

• Real Madrid er ósigrað í seinastu 11 dystunum í Champions League

• Real Madrid hevur skorað í 24 teimum seinastu dystunum í Champions League

• Seinast Real Madrid spældi móti Dortmund í CL endaði dysturin 2-2

• Real Madrid hevur fingið felst mál skorað ímóti sær í tíðarbilinum 61-75 minuttir

• Real Madrid hevur skorað flest mál í tíðarskeiðinum 76-90 minuttir

• Fleiri enn 2,5 mál eru skorað í 82% av dystunum hjá Real Madrid í CL í ár

• Real Madrid hevur fingið í meðal 1,7 gul kort í 11 dystum hetta kappingarárið

• Real Madrid hevur fingið skorað 1,5 mál ímóti sær í meðal í 11 dystum

• Real Madrid hevur skorað í 100% av dystunum hetta kappingarárið

• Real Madrid hevur skorað í 100% av dystunum á heimavølli hetta kappingarárið