Real Madrid broytir búmerkið

Spanska stórfelagið broytir búmerkið í miðeystri av átrúnaðarligum orsøkum.

Fótbóltsfelagið Real Madrid er eitt risa stórt vørumerki kring allan heimin, og tað fær nú ein mun avleiðingar fyri felagið, sum má broyta búmerkið hjá sær. Tað er tó ikki í øllum heiminum, at tað kenda búmerkið hjá Real Madrid verður broytt. Broytingin fevnir einans um nøkur lond í miðeystri.


Orsøkirnar eru átrúnaðarligar. Ein fyritøka úr Sameindu Arabisku Emiratinum hevur ognað sær einarættindi til at selja Real Madrid-vørur í Saudi Arabia, Katar, Kuwait, Bahrain og Oman – lond, har flest øll fólkini eru muslimar.


Tað er ein trupulleiki, tí ovast í Real Madrid-búmerkinum er ein kristin krossur, sum neyvan hevði follið í góða jørð í teimum londunum, og tí hevur Real Madrid, sambært blaðnum Marca, givið loyvi til at taka hendan krossin burtur.


Hetta er ikki fyrstuferð, at Real Madrid velur at taka krossin burtur. Hetta varð eisini gjørt í 2012 og 2014 – í sama parti av heiminum og av somu átrúnaðarligu orsøkunum. Sølan av "nýggju" Real Madrid-vørunum byrjar í mars.