Real Madrid bjóðar uppá De Gea

Fleiri miðlar skriva í dag, at Real Madrid hevur bjóða uppá United málverjan, David De Gea

Skal man trúgva teimum sponsku miðlunum, so kunnu fleiri málmansskiftir vera á veg í Premier League.

 

Í dag koyra søgurnar, at Real Madrid hevur bjóða á leið 270 milliónir krónur fyri Manchester United málverjan, David De Gea. Og skal man trúgva somu miðlum, so er Manchester United eisini sinnað til at selja málverjan.

 

Sum avloysara fyri David De Gea, hevur Louis van Gaal ætlanir um at keypa Hugo Lloris frá Tottenham fyri gott og væl 235 milliónir krónur.

 

Leysasøgurnar um spælaraskiftir í teimum stóru deildunum eru í hæddini í løtuni. Um ein mánað opnar flytingarvindeygað aftur í øllum teimum størstu deildunum í Europa.