Í dag var odda og grannauppgerð millum Atletico Madrid og Real Madrid í sponsku landskappingini. Atletico Madrid vann ikki minni enn 4-0.
Atletico Madrid hevur havt gott taka á Real Madrid einnu árini, hóast teir taptu fyri teimum í Champions League finaluni. Fyri kortum vunnu teir á Real Madrid yvir tveir dysir í steypakappingini.
Í dag var ongin ivi. Atletico Madrid vann ikki minni enn 4-0. Longu aftaná 18 minuttir var støðan 2-0 til heimaliðið við málum, sum Tiago og Saul Niguez skoraðu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi Antoine Griezmann dystin við málið til 3-0.
Í evstu løtu setti Mario Mandzukic ein tjúkka striku undir, at Atletico Madrid hevur takið á Madrid seinnu tíðina. Úrslitið merkir, at Atletico Madrid(50 stig) nú er ájavnt Barcelona(50), sum tó kann hála seg næstan heilt inn á Real Madrid(54).