23 ára gamli Christiano Ronaldo sigur nú alment, at hann vónar at føra dreym sín út í lívið, og flyta spæliloyvið úr Manchester til Madrid. Forsetin í Real Madrid, Ramon Calderon sigur: ?Tað fyrsta Christiano Ronaldo boðar frá framtíðarætlanum sínum, og núverandi felag hansara gongur við til at selja hann, so fara vit at byrja uppá samráðingarnar. Ronaldo hevur ein sáttmála, sum er, og vit kunnu ikki byrja at hugsa um at samráðast við hann, fyrr enn vit vita, at hann gerst leysur av hesum sáttmála.? Ronaldo rør uppundir, at hann fer at almannakunngera hvørjar framtíðarætlanir hann hevur, ein av teimum fyrstu døgunum. ?Øll vita hvat eg vil, men tað eru nógvir lutir, sum eg ikki havi ávirkan á. Eg eri ikki tann, sum tekur allar avgerðirnar, men eg vóni at fullføra dreymin hjá mær.? Sigur Christiano Ronaldo. Ronaldo sigur, at hann tók avgerðina at vilja sleppa úr Manchester United til Real Madrid áðrenn Champions League finaluna, og at nú fyrrverandi portugisiski landsliðsvenjarin, Luiz Felipe Scolari, sum nú gerst venjari hjá kappingarneytanum hjá Manchester United, Chelsea FC ráddi honum til at skifta felag. ?Hetta er ein stórur møguleiki, og sum Scolari sigur: Tokið koyrir bara einaferð, og vit mugu taka møguleikan.? Sigur Ronaldo.