Real Madrid avhølvaði Tottenham

Longu aftaná eitt korter fekk Tottenham Peter Crouch útvístan og so hevði Real Madrid lætt spæl. Eisini Inter Milan endaði við 10 monnum og tapti stórt. Tað skal nakað heilt serligt til, um Tottenham verður at síggja í hálvfinaluni í Champions League. Teir taptu í kvøld 4-0 á Santiago Bernabeu, meðan verandi Champions League vinnarnir somuleiðis eru í eini torførari støðu eftir at hava tapt heili 5-2 á heimavølli móti Schalke.

 

Dysturin í Madrid var bara fýra minuttir gamal, tá leigusveinurin úr Manchester City, Emmanuel Adebayor, legði Real Madrid á odda eftir horna. Tíggju minuttir seinni gjørdist uppgávan hjá Tottenham uppaftur torførari, tá Peter Crouch fekk sítt seinna gula kort. Viðmerkjarar hjá Sky Sports, so sum Jamie Redknapp og Glenn Hoddle, mettu at bæði gulu kortini vóru í lagi.

 

Í seinna hálvleiki legði Real Madrid trýst á gestirnar og eftir tólv minuttir bragdaði aftur. Emmanuel Adebayor var hægstur og stútaði bóltin í mál til 2-0. Sambært Sky Sports, so er hetta tíggjunda málið hjá honum í tíggju dystinum móti Tottenham. Eitt stórt korter fyri tíð økti Ángel Di María við frálíkum máli til 3-0. Stutt uttanfyri brotsteigin í høgru sendi hann bóltin upp í handara málhorn. Cristiano Ronaldo slerdi sigurin fastan í stutt fyri tíð við flúktara, ið Tottenham málverjin helst skuldi havt bjargað.

 

Í Milano tapti Inter Milan heili 5-2 fyri Schalke 04. Inter Milan kom annars á odda við einum vøkrum flúktara longu áðrenn sekundvísarin var komin runt fyrstu ferð. Málverjin hjá Schalke var komin úr málinum fyri at rudda bóltin vekk. Á sjálvari miðstrikuni tók serbiski miðvallarin, Dejan Stankovic, ímóti og flúktaði til bóltin fyrstu ferð. Bólturin fór beina leið í málið.

 

Í hálvleikinum var støðan 2-2 og stutt inn í seinna hálvleik gekk heilt gali hjá Inter. Fyrst legði Schalke seg á odda 4-2 og løtu seinni fekk Inter verjuleikarin, Christian Chivu, seinna gula kortið. Eitt korter fyri tíð slerdi Schalke sigurin fastan við máli til 5-2.

 

Champions League fjórðingsfinalur úrslit:

 

Inter Milan ? Schalke 2-5

1-0 Dejan Stankovic, 1

1-1 Joel Matip, 17

2-1 Diego Milito, 34

2-2 Edu, 40

2-3 Raul, 53

2-4 Andrea Rannocchia, 57, sjálvm

2-5 Edu, 75

 

 

Real Madrid ? Tottenham 4-0

1-0 Emmanuel Adebayor, 4

2-0 Emmanuel Adebayor, 57

3-0 Ángel Di María, 72

4-0 Cristiano Ronaldo, 87