Real Madrid kunnger í dag, at felagið hevur keypt portugisiska verjuleikaran Fabio Coentrao frá Benfica. Tann 23 ára gamli portugisin verður roknaður sum ein tann besti vinstri bakkur í Evropa, og Real Madrid mátti av við 30 milliónir evrur ella 224 milliónir krónur fyri at fáa hann.
Fabio Coentrao kom til Benfica í 2007, og hann hevði sáttmála við Benfica til 2015. Hann hevur eisini roynt seg á landsliðnum og hevur spælt 15 landsdystir fyri Portugal.
Sáttmálin við Real Madrid er treytaður av, at Coentrao sleppur ígjøgnum ta vanligu læknakanningina.