Í mangar mátar er støðan nú tann sama sum í 50’unum; frammanundan var gulltíð, hvørs møguleikar vóru forsømdir, bygnaðarbroytingar ikki framdar, og uppspardur vinningur gloppin bæði tí almenna og vinnuni av hondum. Men betri er bøtandi hond. Í november 1954 legði forsætisráðharrin fram uppskot á fólkating um at skipa føroyska realkreditstovnin, ið eisini løgtingið einmælt tók undir við. Ætlanin var upprunaliga, at tríggir fíggjartættir skuldu vera í stovninum: bústaðafígging, almenn fígging og skipafígging. Men av ymsum áðum var byrjað við skipafígging.
Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið henda táttin uppaftur. Í valskrá okkara, sum kom fram til valið 2008, stendur: “Realkredittur skal skipast at tryggja støðugt ódýra sethúsafígging.” Í summar sendu vit uppskot til hoyringar ið nú er lagt fram á ting. Fleiri tøkniligir spurningar er í hesum máli, sum fara at verða lýstir neyvari sum frá líður, men stevnan er greið.
Orðið ‘real’ sipar til veruligar naglafastar ognir sum jørð, bygningar og skip. Realkredittur hevur ta frálíkum skipan, at kreditvirðini hjá mongum ið skylda verða løgd saman, og váðin hjá mongum útlánarum verður spjaddur. Heldur enn at fáa innlánsprógv fært tú sum sparari lánsbræv; pengarnir kunnu ikki takast út sum úr banka, men lánsbrævið kann seljast. Sum sparari fært tú gjaldføri sum við valigari bók, men rentu sum við uppsøgn. Fyri sethúsaeigaran merkir hetta drúgva afturgjaldstíð við lágari rentu. Hesar treytir kunnu skipast á mangan hátt, og fortreytir er mangar at fáa uppá pláss; men tá ið skipanin riggar, hevur hon lagaliga fígging við sær eins væl og góðar íløgumøguleikar.
Fleiri ivast í, um til ber at skipa føroyskan realkredit til bústaðafígging. Serliga hava tey víst á, at tær lánsbrævaseriur ið seljast skulu kunnu gerast ov fáar og smáar til at vera nóg gjaldførar og nóg lagaliga rentaðar. Men longu verandi realkreditfígging av sethúsum byggir á, at bankar hefta fyri formidlaði lán – gera teir tað sama fyri tey føroysku, fáa føroysku lánsbrøvini somu rating sum bankarnir. Vit kunnu eisini sum við Realinum lata lánsbrøvini fáa alment veðhald at byrja við.
Harumframt hava vit í Føroyum sera nógvar stovnar við nógvum gjaldføri og serligum kunnleika til føroyska marknaðin, fýra vanligar pengastovnar, Realin, ALS, Samhaldsfasta og sera mangar aðrar grunnar við nógvum gjaldføri, sum kunnu meta lánbrøvini. Umframt teir eigur landið gjaldføri í landsbanka – og ikki minst húsalánsgrunni, hvørs endamál ger hann serliga upplagdan at lata stovnsfæ og annars tryggja at lánsbrøvum gjaldføri.
Vinnan nýggja Marshalætlan
Verandi lóg um Realin hevur áseting um, at við kunngerð kann farast undir at fíggja aðrar vinnur. Millum mest spennandi perspektiv í realkreditti er helst at umskipa bygningsskuld hjá vinnulívi í Føroyum frá heldur stuttari og dýrari fígging til uppá seg langfreistaða og ódýra fígging.
Sjálvstýrisflokkurin vil hava løgtingið at samtykkja, at neyðugar lógarbroytingar skulu fyrireikast, so vit kunnu taka næstu stigini í føroyskum realkreditti; og sum Johan Poulsen segði á fólkatingi tann 25. februar í 1955 um víðkanina av føroyskum realkreditti til at fíggja annað enn skip: “Må jeg... udtale ønsket om, at de bebudede lovforslag må blive framsat snarest muligt.”