Real best í Madrid – Barca best í Spania

Real Madrid vann í kvøld grannauppgerðina á Atletico Madrid, meðan Barcelona staðfesti sína oddastøðu í landskappingini við stórsigri á Athletic Bilbao.

 

Í 13 ár hevur tað ikki eydnast Atletico Madrid at vinna á Real Madrid. Undan dystinum í kvøld var Atletico átta stig frammanfyri Real Madrid, og tí vóru vónirnar góðar.

 

Grannauppgerðin var jøvn í eitt korter. So fekk Real Madrid fríspark, sum Cristiano Ronaldo á sín heilt serliga hátt smekkaði í málið. Eftir hetta var Real Madrid omaná restina av dystinum.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Mesut Ozil eftir uppspæl frá Karim Benzema og Cristiano Ronaldo. Atletico Madrid megnaði ongantíð at hótta heimaliðið, sum vann uppiborið. Hóast Atletico Madrid er omaná í landskappingini, so var Real greitt betra liðið í dystinum um Madrid.

 

Messi tvey mál frá metinum

 

Barcelona hevði fyrr í kvøld vitjan Athletic Bilbao. Barcelona avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki við málum frá Gerard Pique, Lionel Messi og Adriano. Cesc Fabregas økti, áðrenn Ibai Gomez minkaði um munin. Lionel Messi endaði málveitsluna við málið til 5-1.

 

Lionel Messi hevur nú skotið 84 mál í 2012, og tað er eitt mál færr enn Gerd Muller, sum hevur metið við 85 málum. Barcelona er nú seks stig fremst, og 11 stig frammanfyri Real Madrid.