Ein konservativur felagsskapur í USA, sum vil hava amerikanararnar at velja George W. Bush á forsetavalinum í heyst, brúkar nú fyrrverandi forsetan Ronald Reagan í valstríðnum. Reagan fór til gravar í síðstu viku, og familjan sigur, at hon hevur ikki givið felagsskapinum tilsøgn um at nýta fyrrverandi for-setan í valstríðnum.
Í einum sjónvarpsátaki verða Reagan og Bush lýstir sum tveir stórir leiðarar, Reagan í bardaganum ímóti kommunismuni og Bush í bardaganum ímóti yvirgangsmonnum. Í filminum er brotið, tá Reagan var í Berlin, har hann bað Mikhail Gorbatjov bróta Berlin-múrin niður. Síðani sæst Bush standa í leivdunum av World Trade Center, har hann lovaði at hevna álopið.
Talskvinnan hjá Reagan-ættini, Joanne Drake, sigur við tíðindastovuna AP, at tey avvarðandi hjá fyrrverandi forsetanum eru misnøgd við, at hann verður misbrúktur á hendan hátt. Hon sigur, at tey avvarandi høvdu sagt nei, blivu tey spurd, um felagsskapurin kundi brúka gamla forsetan í átakinum fyri Bush.










