Reagan-áleypari útskrivast

John Hinckley, sum í 1981 royndi at myrða táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, verður nú latin leysur

Tað var tann 30. mars í 1981, at John Hinckley við revolvara royndi at skjóta og myrða táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan. Í 1982 varð hann dømdur at fáa sálarliga viðgerð í staðin fyri fongsul eftir morðroyndina, har Reagan og trý onnur fólk fingu løstir.

Nú hevur ein dómstólur so gjørt av, at tann nú 61 ára gamli Hinckley skal verða latin leysur og útskrivaður av sjúkrahúsinum, har hann hevur fingið viðgerð. Í staðin skal hann flyta heim til 90 ára gomlu mammu sína, sum frammanundan býr í einum umráði, sum er avbyrgt og eitt nú hevur egnar trygdarvørðar.

Dómstólurin hevur sett ávísar treytir fyri, at John Hinckley skal kunna verða útskrivaður av St Elizabeth-sjúkrahúsinum í Washington, men hesar treytir kunnu verða settar úr gildið eftir 12 til 18 mánaðum, um Hinckley framhaldandi ger framstig.

Tá álopið á Ronald Reagan var hent, greiddi Hinckley frá, at hann vildi drepa forsetan fyri at imponera sjónleikarkvinnuna, Jodie Foseter, sum hann var blivin púra býttur í, eftir at hava sæð filmin “Taxi Driver”.

Ronald Reagan doyði sjálvur í 2004, og pressuskrivari hansara, James Brady, ið bleiv so illa løstaður, at hann sat í koyristóli restina av lívinum, doyði fyri tveimum árum síðani. Tey avvarðandi hjá Reagan hava alla tíðina sett seg ímóti, at Hinckley skuldi gerast fríur maður aftur.