Reading leikararnir Stephen Hunt og Ibrahim Sonko eru hóttir við lívinum eftir dystin ímóti Chelsea í oktober mánað, tá báðir málverjarnir hjá meistarunum máttu fara illa skaddir av vøllinum. Fyrsti málverjin, Petr Cech, fer ikki at spæla meir hetta kappingarárið, eftir at hann fekk staðfest skallabrot, meðan Carlo Cudicini neyvan verður klárur fyrrenn eftir jól.
Løgreglan er farin at kanna málið, og teir halda, at nøkur av heldur hørðu Chelsea viðhaldsfólkunum standa aftanfyri hóttanirnar.










