Re-union á ólavsøku

Í fjør var Árni Petersen úr Klaksvík í hjálpararbeiði í Ísrael saman við einum donskum toymi. Í ár eru tey øll komin til Føroya til eitt sokallað re-union.

"Vit komu síðsta hósdag og fara avstað aftur týsdagin. So vit skulu vera her í næstan tvær vikur," sigur Anders. Tey eru flest øll úr Jyllandi.

"Eg eri virkuliga imponeraður av Føroyum. Vit hava verið eitt sindur runt eitt nú úti í Mykinesi, men mest í Klaksvík, tá Árni jú býr har," sigur Maria.

"Tá vit vóru úti og fiskaðu, tað var eisini nakað heilt serligt. At koma út í fjørðin at fiska tín egna fisk var ordiliga stuttligt," sigur Peter og vísir við ørmunum, hvussu stórir fiskarnir vóru.

"Men tað, sum eg haldi vera best við Føroyum, er fólkið. Man møtir gestablídni, hvar man so fer, og fólk eru so smílandi," sigur Mette, og tykjast hini at taka undir henni við tí.