Razz hevur barnadiskotek

Sunnudagin 9. mars fer danska barnastjørnan Razz at hava barnadiskotek í Føroyum. Hann fer at upptraðka bæði í Havn og í Fuglafirði. Razz er kendur í Danmark fyri at vinna bæði tað danska og tað norðurlendska barnagrandprixið

13 ára gamli Rasmus, ella Razz, sum hann verður kallaður, fer nú at leita vegin fram til Føroya. Hann gjørdist av álvara kendur í Danmark seinasta ár, tá hann vann bæði tað danska og tað norðurlendska barnagrandprixið.
Sunnudagin tann 9. mars bjóðar Razz, sum bæði rappar og syngur, øllum føroyskum børnum í barnadiskotek. Razz fer tá á pall í Platform í Havn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin 13 ára gamli danin er í Føroyum.
Barnastjørnan hevur eisini eina fløgu klára við 14 løgum. Sagt verður, at fløgan inniheldur øll møgulig tónleikasløg.
Longu áðrenn barnagrandprixið hevði Razz verið í fýra sjónvarpssendingum, har hann upptraðkaði bæði sum Michael Jackson og Elvis.
Lagið, sum hann vann Grand Prixið við, Kickflipper, hevur selt umleið 90.000 fløgur við fyrstu fløguni við sama navni.
Nú gevur unglingin næstu fløguna út. Hon eitur »Kast dine hænder op«.