Kanska teir yngstu lesararnir ikki beinanvegin komast við navnið. Men millum teirra, sum fylgdu við í eingilskum fótbólti í sjeyti og áttati árunum, er Ray Clemence eitt sera kent navn.
Tøkniliga menningin og harvið krøvini til tað, sum tað ber til at síggja í sjónvarpinum, broytist við rúkandi ferð. Fyri einari fjórðings øld síðani var tað spennandi hjá teimum, sum annars høvdu fylgt við eingilskum fótbólti í BBC útvarpinum, at fara í HB húsið (nú eitur tað bridge húsið) í Gundadali at síggja fótbólt.
Hetta plagdi at vera týskvøld. Dystirnir, sum vóru á skránni, vóru teir, sum høvdu verið at sæð í donskum sjónvarpi leygardagin frammanundan. Summir (tað vóru bara mannfólk, sum møttu upp) vildu ikki vita úrslitið frammanundan. Hjá teimum mest áhugaðu bilti tað einki, at teir leygardagin frammanundan høvdu so at siga sitið inni í lurtitólinum og fylgt við. Teir kendu dystargongdina, sum teir høvdu hoyrt greitt frá, og í HB húsinum fingu teir so at siga sjón fyri søgn.
Broyttar tíðir
Liverpool mundi vera tað felagið, sum um hetta mundið vann mest í Onglandi. Bill Shankly var legendariski venjarin inntil 12. juli í 1974. Tá legði hann frá sær, og eftir hann tók ein av teimum við, sum hevði verið í felagnum síðani undan 2. heimsbardaga. Navnið á honum var Bob Paisley, og við honum við róðrið vann Liverpool uppaftur meiri, enn teir høvdu gjørt frammanundan.
Síðani Liverpool var mest vinnandi felagið í eingilskum fótbólti í sjeyti árunum og í áttati árunum er nógv broytt. Inntil fyri einum tveimum árum síðani kom tað ikki upp á tal, at felagið skuldi hava ein venjara, sum var aðra staðni enn úr felagnum sjálvum, og tað kom yvirhøvur ikki upp á tal, at hann skuldi vera aðra staðni frá enn úr Onglandi.
Nú royna teir í Liverpool at byggja eitt nýtt lið upp, sum skal hava møguleika at bjóða Manchester United av í kappingini um fremsta plássið í Onglandi og harvið luttøku í europeisku meistarakappingini. Tað gera teir við einum fransmanni við róðrið.
Legendirnar
Nú eru tað kanska ikki upp á seg so mangir Liverpool viðhaldsmenn í Føroyum, sum tað vóru fyri einari fjórðings øld síðani. Men teir eru framvegis nógvir.
Fyri tey, sum fyri einari fjórðings øld síðani tóku á við meiri vinnandi felagnum í kenda havnarbýnum, eru tað nógv nøvn, sum standa púra fesk í huganum. Eitt teirra er Kevin Keegan, sum nú er eingilskur landsliðsvenjari. Keegan var í álopinum saman við John Toshack. Hesin seinni varð seldur til Spania, og hann hevur síðani verið venjari í Real Madrid, umframt at hann eisini hevur tikið sær av walisiska landsliðnum.
Síðst í sjeyti árunum varð Kevin Keegan seldur til Hamburg, og so keyptu teir í Liverpool skotska landsliðsmannin Kenneth Dalglish úr Celtic. Hann var leingi fastur fúsur í álopinum, og seinni var hann venjari í Liverpool.
Saman við nærlagda skotanum var walisiski málslúkurin Ian Rush í Liverpool álopinum. Tá Wales var á Svangaskarði og spældi HM undankappingardyst 6. juni í 1993, var Ian Rush, sum framvegis umboðaði Liverpool, millum málskjúttarnar. Wales vann 3?0, og Liverpool maðurin skoraði síðsta málið. Tá Føroyar vóru í Wales 9. september í 1992, var Ian Rush ikki blíður. Wales vann 6?0, og Liverpool maðurin skoraði tríggjar ferðir hjá Jens Martini Knudsen.
Eitt annað kent navn í Liverpool var Ray Kennedy. Henda miðvallaran keypti Bill Shankly úr Arsenal. Hetta var síðsta keypið, sum hann gjørdi, og prísurin var 200 túsund pund. Tað var óhoyrt fyri 26 árum síðani. Eftir at hann var givin at spæla fótbólt, fekk Ray Kennedy parkinson sjúkuna.
Kendasta navnið
Men kanska var kendasta Liverpool navnið fyri 25 árum síðani Ray Clemence. Í HB húsinum sóu tey, sum vóru áhugað í eingilskum fótbólti, henda dámliga mannin í tríggja daga gomlum dystum gera manga góða bjargingina, umframt at hann var skilagóður í útspælinum og stýrdi kendu monnunum í verjuni væl.
Og nú verður høvi aftur at síggja Ray Clemence í Gundadali. Eftir glæsiligu árini í Liverpool flutti Clemence, sum á landsliðnum kappaðist við Peter Shilton, til Tottenham. Eftir at hann er givin at spæla fótbólt, hevur Clemence ofta verið at hoyrt sum viðmerkjari í BBC útvarpinum. Nú hevur hann í eina tíð verið venjari hjá málverjunum á eingilska landsliðnum. Tá EM kappingin var í Hollandi og Belgia fyrr í summar, sást Clemence á beinkinum. Hann var í starvi hjá gamla liðfelagnum í Liverpool, Kevin Keegan.
Annan sunnudag kemur eingilska U?16 landsliðið til Føroya. Teir skulu í vikuni eftir ólavsøku taka lut í NM kappingini, sum verður í Gundadali. Sambært listan við nøvnunum, sum FSF hevur fingið, so verður Ray Clemece við í ferðalagnum. Hann stendur at vera venjari hjá málverjunum. Tað er einki at ivast í, at tað fara at vera fleiri, sum fara at nýta høvið at heilsa upp á kenda málverjan. Ikki minst Liverpool viðhaldsfólkini, sum fyri einari fjórðings øld síðani leygardagar lurtaðu eftir BBC og tveir ella tríggjar dagar seinni sóu somu dystirnar í HB húsinum!Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.