Vart tú ein av teimum mongu, sum keypti einar hvítar Wayfarer frá Ray-Ban í fjør? So ert tú heppin, tí klassisku brillurnar, sum nú eru at finna í øllum litum, eru eisini in í ár. Soleiðis er við klassikarum: Teir fara ikki av móta.
Annars eru stórar rundar sólbrillur tað heilt stóra í ár. Og so teir stóru klassisku í svørtum, beige ella við leopard prenti. Men djørvu typurnar fara sjálvandi í einar kulørtar í summar.