Ravnur vann fyrsta dystin

Fyrsti føroyski landskappingardysturin í kurvabólti hevur verið í dag.

Kurvabóltur hevur verið í Føroyum síðani síðani í 90-unum, men tað er ikki fyrr enn hesa seinastu tíðina, at tað er av álvara komið glið á. Frá at hava verið eitt felag í Havn í mong ár, eru nú trý feløg. Umframt Hamar í Havn, eru nú eisini Sporðdrekin í Havnini og Ravnur á Toftum.


Fyrsti landskappingardysturin var í dag í høllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Eini 50 fólk vóru komin at hyggja at dystinum ímillum Hamar og Ravn. Hóast Hamar kom væl betur frá byrjan og eina løtu var á odda 25-15, so kúgvendist støðan tá ið Ravnur fótaði sær og at enda vann greitt 63-35.


Á liðnum hjá Ravni í dag var m.a. Bjarni W. Zachariasen, sum hevur spælt kurvabólt í Horsens í Danmark og eisini í Hamar. Á liðnum hjá Hamar vóru eitt nú Pól Jakobsen og Janus Jakobsen, sum í summar vóru liðfelagar hjá Bjarna á føroyska landsliðnum, sum á fyrsta sinni luttók á oyggjaleikum.

 

Í Ítróttarsosialinum mánadagin verður drúgv grein um kurvabólt í Føroyum.