Ravnur, sum ikki hevur tapt í ár, vann í dag 43-23 á Hamar í Havn. Heimaliðið var annars á odda 12-3 aftaná fyrsta fjórðingin. Fyri hálvleik minkaði Ravnur um munin til 21-16. Aftaná hálvleik tók Ravnur annað skinn um bak, og vann triðja fjórðingin 20-8, so at støðan bleiv 36-29 til Ravn undan seinasta fjórðinginum.
Seinasti fjórðingur bleiv taktiskur og bæði liðini gjørdiu alt fyri, at hitt ikki skuldu skora. Hetta gjørdi, at Hamar einans fingu 3 stig, meðan Ravnur fingu 7 stig. Samanlagt gjørdi hetta, at Ravnur vann á Hamar 43-32. Toppskorarar vóru Rainer Latupeirissa frá Ravni við 12 stigum, og Aksel Berg úr Hamar við 8 stigum.
Næsti dystur er millum Ravn og Sporðdrekan á Toftum, og enn er spenningur í. Um Sporðdrekin klárar at koppa Ravni, eru teir hitt liðið í finaluni. Men um Ravnur eisini vinnur tann dystin, og koma ígjøgnum kappingina uttan at tapa, so er alt at spæla um í seinasta umfari. Um Hamar vinnur tann dystin, so verður tað talt upp, hvør er best innanhýsis, og so er tað munurin á stigum (mál), ið avgerð hvør kemur í finaluna.
Finalan verður spæld 20. mai 2017.
Støðan í kappingini er:
1. Ravnur 7 stig
2. Sporðdrekin 2 stig
3. Hamar 1 stig










