Ravnar á Tjóðpallinum

Leygardagin verður leikurin Kravravnar eftir August Strindberg frumsýndur á Tjóðpallinum

 

 

Í annaðkvøld verður ein klassisk perla frumsýnd á Tjóðpallinum: Kravravnar eftir mæta skaldið August Strindberg, leikstjórnaður av okkara egna Eyðuni Johannessen.

 

Leikarar eru Kristina Sørensen Ougaard, Hjálmar E. Dam og Hans Tórgarð.

 

Kravravnar er ein leikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum menniskju. Listamaðurin Adolf og konan Tekla eru stødd á einum baðistaði í vestursvøríki. Meðan Tekla er burturstødd kemur Adolf í samband við Gustav, sum í samrøðum um lívið, listina, trúnna og – ikki minst – kvinnuna, fær burturúr Adolf allar teir loyniligu tankarnar um, hvussu kona hansara, sum ein annar vampýrur, hevur sogið alla megi úr honum. Leikurin leggur seg mitt í millum tað tragiska og tað komiska, tað láturliga og tað ræðuliga, skriva fyriskipararnir millum annað í tíðindaskrivi.