Ravmagn orsøk til eldsbruna

Stórur materiellur skaði stóðst av eldinum, sum í gjárkvøldið kyknaði í handilsbygninginum hjá Bærendsen Teknik á Trongisvági

Um klokkan seks í gjárkvøldið vórðu boð send eftir sløkkiliðnum á Tvøroyri, tí eldur var kyknaður í handilsbygningin hjá Bærendsen Teknik í Trongisvági. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og sløkkti eldin skjótt og væl:
- Tað var tó neyðugt at bróta takið upp fyri at sleppa til, sigur Oddur Dimon, brandmeistari á Tvøroyri.                                                                                                                                     
Eldurin í bygninginum hjá Bærendsen Teknik kyknaði á loftinum, har handilin hevur stóra vørugoymslu. Materielli skaðin á vørugoymsluni er stórur, men eisini hevur handilin í neðra fingið stóran vatnskaða:
- Vit meta, eldurin er kyknaður av ravmagni á vørugoymsluni, leggur Oddur Dimon afturat.