Ravlitt í Perluni í Havn

Um vikuskiftið er Ravlitt í Perluni við elektroniskum framførslum og innstallatiónum í Perluni í Havn

 

Fyrireikararnir siga, at Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar upp á at dansa, men eisini tann, sum fokuserar upp á at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, og tað perifirera kemur í fokus.

– Í gjárkvøldið var tað 'Órógv', hvørs “mál var at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, skriva fyrireikararnir.

Í kvøld verður ein breið samanseting av framførslum úr Ravlitt repertoirinum. Frá heitum Elektronika til Acid Techno til eksperimenterandi cello og vokal – og víðari.

Skráin fyri kvøldið:

Katros:

Ein elektroniskt eksperimenterandi duo. Rosanna Lorenzen og Anna Katrin Egilstrøð. Manipulering av realljóði við cello og vokali. Sjónbandalist afturvið.

Jens L. Thomsen:

Við sjónbandalist eftir Kirstin Helgadóttir.

Hús:

Huglagsríkur og ambientur tónleikur, sum dyrkar klang, tekst og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Við sjónbandalist eftir Høgna Egholm.

Plaumo:

Eitt live sett av Dub og Acid Techno.

– Vikuskiftið bjóðar upp á visuellar innstallatónir av ymsum slag. Sumt fyri seg, sumt saman við tónleikaframførslum.

Brandur Patursson brúkar til dømis náttúruna sum motiv og speglingar sum høvuðsúttrykk til video. Ljóðið er í fyri tað mesta úr vatni‚ men eisini úr øðrum úr náttúruni‚ sum er harðliga telduviðgjørd. Innstallatiónirnar hjá Brandi eru bæði fyri seg og saman við tónleikaframførslum.

Kirstin Helgadóttir leggur myndir til tónleikaframførsluna hjá Jens L. Thomsen. Hon brúkar myndatilfar úr Krígssavninum og skapar eina livandi sýning, har hon m.a nevnir franska multimedia listamannin Chris Marker sum íblástur.

Villiam Soo arbeiðir við ljósinnstallatión, og Høgni Egholm ger sjónbandalist til eitt nú tónleikaframførsluna hjá Hús.

Ravlitt er eitt samstarv millum listafólk, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum arbeiða innan áðurnevndu listagreinar.

Við framførslum, verkstovum og øðrum átøkum miðar Ravlitt eftir at skapa eitt umhvørvi fyri elektroniska list í Føroyum og ein pall, har elektroniskur tónleikur og list kann sýnast fram og mennast.

Ravlitt er stuðlað av Koda Kultur.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.