Í dag kl 13.30 verða tveir av elbilunum hjá SEV sýndir fram í túninum uttan fyri Bakaríið hjá Jórun í Klingrugarði í Klaksvík.
Hetta er liður í framsýningarátakinum hjá SEV at slóa gøtuna fyri elbilum ella ravførum í Føroyum. Steinbjørn Jacobsen, nevndarlimur í SEV, kemur at hava bilarnar um hendi í eina viku í Norðoyggjum.
Tá bilarnar hava verið í Norðoyggjum fara teir til Skálafjarðarøkið.