Rave un2 the joy fantastic

-

Prince kenna tey flestu. Og tey flestu hava eisini eina meining um hann. Summi meta hann sum flogvit. Onnur eru meira varin í sínum metingum.

Men síðani hann í áttatiárunum kom fram við Purple Rain, hevur hann megnað at verið áhaldandi millum stjørnurnar á tónleikahválvinum. Millum tey stóru nøvnini. So óivað er góðska í.

Um hann nú eitur Prince ella hatta tekini ið verður nevnt »love sign«, veit eg ikki.

Á hesi nýggju fløguni stendur, at tekini er tann, ið framførir og hevur skrivað løg og tekst. Hin vegin er tað Prince, ið hevur framleitt (producer).

Stílurin er, sum vant, forvitnisligur poppur. Prince er Prince. (Ella er hann »love sign«). Hann skuffar ikki. Góður og vælframleiddur tónleikur og hann, Prince, setir síni fingramerki á.

Soleiðis er tað. Og soleiðis skal tað vera.