Raul sleppur ikki til EM

Raul hevur annars havt eitt frálíkt kappingarár í Real Madrid, har hann við sínum 18 málum hevur átt sín stóra lut í meistaraheitinum.

Hóast hann hevur havt sínar upp- og niðurtúrar innan fótbóltin, so er hann við 44 málum í 102 landsdystum eisini mest skorandi spanski landsliðsspælarin í søguni, og tí ivaðust tey fæstu í, at hansara navn fór at teljast millum tey 23, tá hópurin varð almannakunngjørdur.

 

Spanski hópurin sær soleiðis út:

Málverjar: Iker Casillas (Real Madrid), Pepe Reina (Liverpool), Andres Palop (Sevilla)

Verjuspælarar: Sergio Ramos (Real Madrid), Joan Capdevila (Villarreal), Raul Albiol (Valencia), Carles Puyol (Barcelona), Carlos Marchena (Valencia), Fernando Navarro (Real Mallorca), Alvaro Arbeloa (Liverpool), Juanito (Real Betis)

Miðvallarar: Cesc Fabregas (Arsenal), Andres Iniesta (Barcelona), Xavi (Barcelona), David Silva (Valencia), Santi Cazorla (Villarreal), Xabi Alonso (Liverpool), Ruben de la Red (Getafe), Marcos Senna (Villarreal)

Alopsspælarar: David Villa (Valencia), Daniel Guiza (Real Mallorca), Sergio Garcia (Real Zaragoza), Fernando Torres (Liverpool)