Raul í hopla

Spanski landsliðsleikarin, Raul, var dagsins maður, tá Real Madrid vann fyrra dystin í 1/8-finaluni í Champions League ímóti Bayern München. Hann skoraði tvey mál, og serliga í fyrra hálvleiki var hann ein støðug hóttan

FÓTBÓLTUR

Raul Gonzalez Blanco hevur verið ein av fremstu sponsku fótbóltsleikarum seinastu mongu árini, og hóast hann bert er 29 ára gamal, so hevur hann skotið flest mál á spanska landsliðnum. Hann hevur spælt flestar dystir í Champions League, og so er hann eisini mest skorandi spælari í søguni í heimsins sterkastu fótbóltskapping, Champions League.
Síðstu árini hava tó ikki verið nakar dansur á rósum hjá Raul. Hann hevur havt trupulleikar við at finna vegin til málið í Real Madrid, og hetta hevur ført við sær, at spaniólin ikki altíð hevur verið fastur maður á liðnum, hóast hann mest sum hevur gudastatus millum áskoðararnar hjá stórfelagnum.

Raul dagsins maður
Í gjárkvøldið skuldu Raul og hansara liðfelgar í Real Madrid so aftur í dyst, tá fyrra 1/8-finalan í Champions League var á skránni. Her møtti Real Madrid týska stórfelagnum, Bayern München, og hetta bleiv ein dystur ímillum tvey stórfeløg í kreppu. Bæði Real Madrid og Bayern München liggja nummar fýra í heimligu kappingunum, og tí leggja tey nógv fyri í teirra royndum at fáa eitt gott úrslit í Champions League kappingini.
Dysturin í gjárkvøldið byrjaði sera væl fyri Real Madrid og Raul. Eftir bert 10 minuttum megnaði Raul at økja um sítt málmet í Champions League, tá hann legði Real Madrid á odda. Hollendingurin, Ruud van Nistelrooy, spældi hann púra leysan við eini neyvari sending, og einsamallur við Oliver Kahn sveik Raul iki álitið.
Gleðin í Madrid var tó stokkut. 13 minuttir gingu, so var galið í verjuni. Eitt fríspark bleiv sent inn fyri málið, og har var brasiliumaðurin, Lucio, hægstur. Hann skallaði bóltin yvir í longra síðunet, og so stóð brádliga 1-1 á Santiago Bernabeu.
Tann so nógv elskaði Raul var tó ikki liðugur at skjóta mál enn, og ikki gekk long tíð, fyrrenn hann aftur var uppá spæl. Fimm minuttir eftir útjavnandi málið fekk Real Madrid hornaspark. Tað bleiv sent høgt og væl inn fyri málið, og við handaru stong skallaði Ivan Helguera bóltin inn aftur í brotsteigin, og so var Raul á rætta staðnum og beindi bóltin í málið við høvdinum.
Spanska stórfelagið var tó ikki liðugt at skjóta mál enn. Tíggju minuttir undan steðginum var aftur galið í verjuni hjá Bayern München. David Beckham sendi eitt fríspark knallhart inn fyri málið, og har var Ruud van Nistelrooy fyrstur á bóltinum, og so stóð 3-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Gott útgangsstøði hjá Bayern
Hevði fyrri hálvleikur verið góður, so bleiv seinni hálvleikur meir taktiskur. Real Madrid legði seg aftur at verja í stórum pørtum av hálvleikinum, og hetta gav fleiri møguleikar til Bayern München. Seint í dystinum slapp innskifti, Claudio Pizzaro fram til ein opnan møguleika inni í brotsteiginum, og tað mátti ein brandbjarging frá Iker Casillas til, fyri at halda Pizzaro vekk frá málinum.
Bayern München bleiv tó við at trýsta Real Madrid, og knappar tríggjar minuttir fyri leiklok gav trýstið úrslit. Eitt innleg bleiv sent inn fyri málið úr høgru síðu, og her bleiv bólturin skallaður út frá aftur av einum Real Madrid-verjuleikari. Uttan fyri brotsteigin fekk Mark van Bommel fatur á bóltinum. Hann tók eitt trekk og smekkaði til, og bólturin fleyg niður í longra málhorn.
Raul, sum ikki hevur havt nakað fantastiskt kappingarár, var tann leikarin, sum helst mundi gleðast mest eftir sigurin. Hann var uttan iva dagsins maður hjá Real Madrid henda dagin.