Ratko Mladic tikin

Serbiska løgreglan hevur handtikið ein mann, og løgreglan heldur fyri vist, at talan er um Ratko Mladic, sum er eftirlýstur fyri krígsbrotsverk í krígnum í Bosnia. Ein talsmaður fyri innanríkisráðið í Beograd sigur, at dna-royndir eru tiknar av manninum fyri at fáa vissu fyri, at talan er um Mladic.

Tann 68 ára gamli Ratko Mladic var ovasti fyri tí bosniaserbiska herinum í borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995. Hann er eftirlýstur fyri krígsbrotsverk og er millum annað skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at meiri enn 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í býnum Srebrenica í 1995.