Í gjárkvøldið átt gjørdi leiðslan í Rabobank av, at Michael Rasmussen ikki longur skuldi vera partur av liðnum í Tour de France. Og í dag kom so endaliga staðfestingin av, at danin er liðugur í felagnum.
- Hann er uppsagdur, sigur Theo de Rooij, sum er talsmaður hjá Rabobank við danska Ekstra-Bladet.
Boðini vóru annars, at danin varð suspenderaður, men soleiðis er altso ikki longur. Hetta tí leiðslan á Rabobank-liðnum metir, at Rasmussen hevur brotið álitið, sum eigur at vera millum seg og súkklararnar á liðnum.